Makrelkvotan í ár verður 156.000 tons

Makrelkvotan í ár verður 156.000 tons
Landsstýrismaðurin væntar, at føroysku skipini verða før fyri at fiska kvotuna umframt tað, sum var eftir frá í fjør
Uppsjóvarskipini sleppa at fiska 156.000 tons av makreli í ár.
 
17.06.2022 - 18:29

Føroyska makrelkvotan fyri 2022 verður 155.804 tons. Tað eru 19,6 prosent av heildarkvotuni, sum strandarlondini eru samd um. 

Tað hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale, ásett, eftir ráðførslu við Uttanlandsnevndina. 

Árni Skaale væntar, at føroysku uppsjóvarskipini verða før fyri at fiska kvotuna í ár umframt tað, sum er eftir av kvotuni fyri í fjør.

 

1534124


 

Tað eyddaðist ikki strandarlondunum at semjast um býtið av heildarkvotuni í ár, men í oktober í fjør samdust strandarlondini um at fiska 794.920 tons av makreli í ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065