Dóttir fráfarandi forsetan tikin í eið sum varaforseti

Dóttir fráfarandi forsetan tikin í eið sum varaforseti
Sara Duterte verður varaforseti hjá nýggja forsetanum, Ferdinand Marcos yngra
Sara Duterte verður tikin í eið sum nýggjur varaforseti í Filipsoyggjum. Her er hon avmyndað saman við foreldrunum. Pápin, sum hevur verið forseti, slapp ikki at stilla uppaftur.
 
21.06.2022 - 10:25

Sara Duterte, sum er borgarstjóri og elsta dóttir fráfarandi forsetan í Filipsoyggjum, Rodrigo Duterte, tekur við sum varaforseti í landinum seinast í hesum mánaðinum.

Sara var tikin í eið í gjár, har hon svór lyfti um at sameina fólkið í landinum.

Hon tekur við embætinum, samstundis sum nýggi forsetin í landinum, Ferdinand Marcos yngri,  sonur fyrrverandi einaræðisharran, Ferdinand Marcos eldra, tekur við. 

Bæði vunnu stórsigur á valinum.

Rodrigo Duterte hevur verið umstríddur forseti, og hann slapp ikki at stilla uppaftur, sambært lógum í landinum.

 

Ætlaði at gerast varaforseti

Undir valstríðnum segði hann seg ætla at gerast varaforseti, men hann tók seg av listanum aftur, tá ið dóttirin stillaði upp.

Duterte lovaði at berja niður lógarbrot í sambandi við rúsevni, og tíðliga í stjórnartíð síni fór hann í kríggj móti rúsevnum, sum hava kravt nógv mannalív.

Marcos eldri, pápi nýggjai forsetan í Filipsoyggjum, sat við valdinum í 20 ár. Hann stovnaði ein krígsrætt í landinum, har andstøðingar vóru dømdir.

Hann var rikin frá valdinum, og familjan var dømd í útlegd.

Nú stúra fleiri fyri, at Ferdinand Marcos yngri fer at stýra landinum við líka harðari hond, sum pápin gjørdi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Mikudag 14. januar
Ring munnrøkt kann elva til sjúku
202655
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498