Vil hava størri játtan til føroyskt sum annaðmál

Vil hava størri játtan til føroyskt sum annaðmál
Lærarafelagið heldur, at føroyst sum annaðmál eigur at fáa serstaka játtan
Jacob Eli S. Olsen er formaður í Lærarafelagnum.
 
22.06.2022 - 08:17

- Føroyskt sum annaðmál má fáa størri játtan.

Tað heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum.

Fíggjarliga er uppgávan at undirvísa tilflytaranæmingum í føroyskum sum annaðmál meira enn tvífaldað eftir fáum árum, men játtanin til økið er ikki vaksin samsvarandi.

 

Játtanin minkar

Føroya Lærarafelag ásannar, at hóast nýggjar og øktar uppgávur verða lagdar á fólkaskúlan, so minkar samlaða játtanin, ið løgtingið setir av til at reka fólkaskúlan á hvørjum ári.

Henda gongdin kann ikki halda fram, sigur Jacob Eli S. Olsen í samrøðu við Skúlablaðið.

Lærarafelagið hevur víst á, at tað eigur at vera ein serstøk játtan til hesa uppgávu, so at vøksturin ikki fer av samlaðu játtanini til fólkaskúlan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846