Neyðugt við eykajáttan til Strandferðsluna í heyst

Neyðugt við eykajáttan til Strandferðsluna í heyst
Hvussu stóra játtan, brúk er fyri, er ikki greitt enn, men kanska millum 20 og 30 milliónir, sigur virkandi stjórin á SSL
Jóhan Petur Abrahamsen er virkandi stjóri á Strandferðsluni.
 
22.06.2022 - 09:17

Neyðugt verður við eykajáttan til Strandferðsluna í heyst, soleiðis sum oljuprísirnir eru nú.

Tað sigur virkandi stjórin á Strandferðsluni, Jóhan Petur Abrahamsen, við heimasíðuna in.fo.

Hvussu stóra játtan, stovnurin hevur brúk fyri, er ikki greitt, men kanska millum 20 og 30 milliónir krónur, sigur hann.

Oljuprísurin er hækkaður støðugt, og longu í november í fjør vísti Strandferðslan á, at tørvur var á størri játtan til olju. 

Sambært Jóhan Peturi Abrahamsen, hevur Strandferðslan eisini biðið um 22 milliónir krónur í eykajáttan til hækkandi oljuprísin, men hon fekk bara 11 milliónir.

Harumframt gekk tað so seint at avgreiða málið um eykajáttanina, at ikki bar til at prístryggja oljuna á einum nøktandi stigi í ár, sigur virkandi stjórin við in.fo.

 

Høgi oljuprisurin ávirkar eisini strandfaraskipini.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263