Framhald av TROM í bíðistøðu

23.06.2022 - 10:35
Innlendis›Samfelag
Framhald av TROM í bíðistøðu
Viaplay hevur boðað frá, at ein nýggj avtala framleiðarar og stroymingartænastur máar støðið undan danskari framleiðslu
Torfinnur Jákupsson hevur eisini skrivað handritið til TROM 2.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

- Samráðingar um sjónvarpsrøðina Trom 2 eru í bíðistøðu í løtuni.

Tað sigur Torfinnur Jákupsson, sum hevur skrivað handritið.

Viaplay hevur boðað frá, at ein nýggj avtala framleiðarar og stroymingartænastur máar støðið undan danskari framleiðslu.

Torfinnur Jákupsson er kortini bjartskygdur, og hann vónar, tað fer at bera til at gera framhaldið av TROM-røðini.

Almenna bretska kringvarpið, BBC, hevur játtað, at støðin fer eisini at senda TROM, men sendirøðin er ikki sett á skránna enn. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Torfinnur Jákupsson og hini í TROM hava vunnið tvær Golden Nymph-heiðurslønir á Monte Carlo Television Festival.

 

Olaf Johannesen í TROM.

Ulrich Thomsen hevur høvuðsleiklutin í TROM. 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751