Lavrov samanber ES og NATO við Hitler

Lavrov samanber ES og NATO við Hitler
Russiski uttanríkisráðharrin hevur havt tíðindafund í dag
Sergej Lavrov er russiskur uttanríkisráðharri
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.06.2022 - 15:06

ES og NATO eru í holt við at gera eina samgongu, sum skal bjóða Russlandi av. 

Tað var boðskapurin hjá russiska uttanríkisráðharranum, Sergej Lavrov, á einum tíðindafundi fyrr í dag, skrivar almenna russiska tíðindastovan, Ria Novosti. 

Russiski uttanríkisráðharrin samanbar eisini ES og NATO við Adolf Hitler og Nazi-týskland undir seinna heimsbardaga.

- Tá seinni heimsbardagi brast á, megnaði Hitler hóast alt at savna ein stóran part av teimum evropeisku londunum í krígnum móti Sovjetsamveldinum. Nú royna ES og NATO at gera eina nútíðar-samgongu fyri at kríggjast ímóti russiska samveldinum, segði russiski uttanríkisráðharrin, sambært Ria Novosti.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Fríggjadag 6. mars
Vikuskiftið 6 mars 2026
205251
Fríggjadag 6. mars
LEITISSTEIN 06.03.2026 (Kalas)
205241
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229
Hósdag 5. mars
Sophilia: 15 ár
205189
Hósdag 5. mars
Filip: Í dans
205173