Rakettir úr Hvítaruslandi raktu Ukraina

Rakettir úr Hvítaruslandi raktu Ukraina
Rusland roynir at fáa Hvítarusland uppí kríggið í Ukraina, sigur ukrainski herurin.
 
25.06.2022 - 16:20
Fyri kríggið, búðu 7.500 fólk í Desna, sum liggur 70 kilometrar frá hvítarussiska markinum og 70 kilometrar norðanfyri ukrainska høvuðstaðin, Kyiv. Fregnartænastan hjá ukrainska herinum, vil vera við, at Rusland roynir at fáa HVítarusland uppí kríggið. - Álopið í dag, er eitt greitt tekin um, at Rusland roynir at fáa Hvítarusland uppí kríggið, skrivar ukrainski herurin á Telegram. Hvítarusland hjálpti Ruslandi at leypa á Ukraina, tí russiskir hermenn vóru í Ukraina dagarnar undan áloiinum. Álopið í dag, var sama dag, sum hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko, skal hitta Valdimir Putin, forseta í Santa Pætursborg. Ukrainsku hermenninir sum eru eftir í býnum, Sjevjerodonetsk, hava fingið boð um at gevast við bardøgunum, og at taka seg út býnum. - Tað gevur onga meining at halda fram við at verja býin, sigur ein talsmaður fyri ukrainska herin. Tað fer at taka milum trý og fimm ár, at byggja býin, Mariupol uppaftur. Tað sigur Oleksandr Kofman, sum er embætismaður í sjálútnevnda lýðveldinum, Donetsk, við russisku tíðindastovuna, Tass. Russiski herurin javnaði Mariupol við jørðina, tá kríggið byrjaði. Rusland hevur ábyrgdina av eini hóttandi matvørukreppu í heiminum. Tað siga uttanríkisráðharrarnir í G7-londunum, í einum felags boðum. Í boðunum finnast USA, Bretland, Japan, Týskland, Frakland, Italia og Kanada hvassliga at russisku framferðini í Svartahavinum, har landið hevur stongt allar havnir, har korn úr Ukraina liggur á gomslu, og ikki kann útflytast.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815