Bussur skal forða fyri ferðsluruðuleika í Tjørnuvík

01.07.2022 - 16:08
Innlendis
Bussur skal forða fyri ferðsluruðuleika í Tjørnuvík
Frá mikudegnum í komandi viku fer shuttelbussur at koyra millum Haldórsvík og Tjørnuvík. Ferðsluljós skulu eisini fyribyrgja ferðsluruðuleika í Tjørnuvík 
Nú verða avmarkingar gjørdar á tjørnuvíkarvegnum.

Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, fegnast, nú ein royndarskipan verður gjørd, har bussur fer at koyra millum Haldórsvík og Tjørnuvík við ferðafólki.

Busurin koyrir tríggjar ferðir um tíman.

Talan er um eina royndarskipan, ið verður sett í verk 6. juli og verður virkin summarið 2022. Átøkini verða síðani eftirmett, og tá verður avgerð tikin um, hvussu ferðafólkaferðslan eigur at skipast framyvir.

Átøkini sum verða sett í verk í komandi viku eru hesi:

  • Landsverk setur ferðsluljós upp í Líðini oman móti Tjørnuvík, so ferðslan glíður betri og tað slepst undan mótkoyrandi ferðslu á hesum smala strekki.
  • Bygdin verður stongd fyri óviðkomandi ferðslu, og øll vitjandi skulu parkera uttanfyri bygdina, antin á parkeringplássinum beint við bygdina, ella á parkeringsøkinum norðanfyri Haldórsvík.
  • Sensorar eru lagdir í parkeringsplássini í Tjørnuvík og kunningarskelti verður sett upp í Haldórsvík, ið vísir, um tøk p-pláss eru í Tjørnuvík.
  • Stórt parkeringpláss er gjørt norðanfyri Haldórsvík og haðani koyrir shuttle bussur til Tjørnuvíkar eftir eini sonevndari park and ride skipan. Shuttlebussurin koyrir hvønn dag, tríggjar ferðir um tíman í tíðarskeiðnum 10 – 17. Í royndartíðarskeiðnum, juli og august 2022, er shuttlebussurin ókeypis at brúka.
  • Bussar hava ikki loyvi at parkera í Tjørnuvík. Ferðafólkabussar kunnu tó koyra til Tjørnuvíkar, seta fólk av, og síðan koyra til parkeringsøkið norðanfyri Haldórsvík at bíða til fólkini skulu heintast aftur. Teir hava eisini møguleika at parkera í Haldórsvík og umskipa fólkini í shuttlebussin.
  • Tað er bannað húsvognum at koyra til Tjørnuvíkar. Húsvognar skulu tí parkera á parkeringplássinum norðanfyri Haldórsvík og fara víðari við shuttlebussinum.

Tey, ið búgva í Tjørnuvík og teirra nærmastu, sleppa tó inn í bygdina við bili.

Borgarstjórin væntar, at nýggja skipanin fer at bøta munandi um ferðslutrupulleikan.

Skipanin, sum nú verður roynd í Tjørnuvík, kann møguleiga eisini nýtast í øðrum bygdum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Fríggjadag 24. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211230
Hósdag 23. juli
RagnarRokk 23.juli 2026
209735
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098