Uttanríkis- og mentamálaráðið fær átalu

Uttanríkis- og mentamálaráðið fær átalu
Uttanríkis- og mentamálaráðið fær átalu fyri setanarmálið av nýggja skúlastjóranum í Vestmanna Skúla. Tað staðfestir løgtingsins umboðsmaður í álitið.
05.07.2022 - 16:28


Setanarbólkurin var á einum máli, tá nýggjur skúlastjóri skuldi setast í Vestmanna skúla í fjørsummar. Men landsstýrismaðurin valdi at seta ein annan enn tann, sum varð innstillað nummar eitt.

Tað elvdi til rok.

Skúlastýrið í Vestmanna gjørdi Mentamálaráðnum greitt, at tey hildu avgerðina hjá landsstýrismanninum vera púra burturvið, og kravdu eina frágreiðing.

Mentamálaráðið tvíhelt um, at landsstýrismaðurin hevði heimild at velja millum tey, sum vórðu innstillað til starvið. Og so bleiv skúlastýrið annars meldað til løgregluna fyri at bróta sína tagnarskyldu. 

24. juni sendu 18 lærarar í Vestmanna Skúla eina klagu til Mentamálaráðið um skúlastjóran. Í klaguni verður ført fram, at "alt siglir á skúlanum."

Avgerðin um ikki at seta tann, sum ein samdur setanarbólkur innstillaði nummar-eitt, varð eisini kærd til Umboðsmannin.

Nú fær Aðalráðið eina átalu frá Umboðsmanninum.

Umboðsmaðurin staðfestir,  at landsstýrismaðurin ikki hevði givið eina nøktandi grundgeving fyri, hví klagarin ikki varð settur í starv sum skúlastjóri, hóast setanarnevndin í sínum tilmæli hevði tilnevnt hann sum nr. 1 til starvið, og at avgerðin var tikin, uttan at málið var lýst til fulnar.  

Umboðsmaðurin tekur undir við, at tilmælið frá setanarnevndini ikki var bindandi fyri landsstýrismannin, men eisini at hóast hetta, so hevði "landsstýrismaðurin ikki fingið fríar ræsur at velja og vraka millum umsøkjararnar, ið vóru til starvið".  

Umboðsmaðurin staðfestir eisini, at umsøkjararnir vóru ikki líka væl skikkaðir. 

Tann, sum varð instillaður sum nr. 1, fekk skoðsmálið "sera væl skikkaður", meðan nr. 2 og 3 fingu skoðsmálini "skikkaður". 

Umboðsmaðurin hevur trupult við at síggja, um landsstýrismaðurin brúkti saklig atlit - í stuttum tí at grundgevingirnar eru ikki nóg væl lýstar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418