U16-kvinnur: Sigur á Estlandi

U16-kvinnur: Sigur á Estlandi
U16 hondbóltskvinnurnar gjørdist nummar 14 í European Open-kappingini, eftir at tær vunnu ein tryggan sigur á Estlandi.
U16-kvinnurnar eftir sigurin á Estlandi.
Mynd: Hondbóltssamband Føroyar  
 
08.07.2022 - 10:12

Føroysku U16-kvinnurnar endaðu European Open við einum greiðum 31-17 sigri á Estlandi, skrivar Hondbóltssambandi. 

Føroyar byrjaðu minni væl og vóru fyri tað mesta aftanfyri í fyrra hálvleiki. Tað var ikki fyrr enn stutt undan hálvleikssteðginum, at spælið byrjaði at rigga. Og tá farið var til hálvleiks, høvdu Føroyar lagt seg á odda 11-10.

Føroyar prógvaðu í seinna hálvleiki, at tær áttu munin og vóru betri enn Estland. Føroysku kvinnurnar runnu estisku kvinnurnar niður, og at enda vunnu føroysku kvinnurnar dystin greitt 31-17. Tað var serliga Joan Johannesen á høgra vongi, sum var eyðsýnd við heili 8 málum.

European Open er nú av. Føroyar gjørdist nummar 14 av 17 liðum. Hetta er á leið tað, sum var væntað áðrenn kappingina, og sambært Hondbóltssambandinum er tað tí eisini eitt nøktandi úrslit. 

Málskjúttar móti Estlandi:

Joan Johannesen 8
Silja Geirsdóttir Eystberg 5
Agatha Djurhuus 4
Katrin Hansen 3
Helena Magnusardóttir 3
Ró Reginsdóttir 3
Rakul Borgarlíð Joensen 2
Bára Reginsdóttir 1
Maria Beder 1
Fjóla Skaalum Vilhelm 1

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854