Inngjaldið til ALS verður hægri

Inngjaldið til ALS verður hægri
Løntakarar og arbeiðsgevarar í Føroyum noyðast at gjalda meira til ALS
Inngjaldið til ALS verður ætlandi hækkað.
 
30.07.2013 - 10:04

Skulu nýútbunir arbeiðsleysir føroyingar fáa arbeiðsloysisstuðul er neyðugt at hækka arbeiðsloysisgjaldið.

Í løglistanum hjá landsstýrinum fyri tingsetuna 2013 er eitt uppskot frá Vinnumálaráðnum um at broyta lógina um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, lógin um ALS.

Endamálið er at geva nýliga lidnum lesandi møguleika at fáa stuðul úr ALS í avmarkað tíðarskeið.

Broytingin fer at hava við sær fíggjarligar avleiðingar fyri ALS, og neyðugt verður tí kanska at hækka inngjaldið, stendur í løglistanum.

Í frágreiðing sínari til løgtingið í gjár segði løgmaður, at føroyska arbeiðsloysisskipan fær nýútbúgvin at setast aftur at koma til Føroya at leita sær eftir arbeiði, tí tey fáa einki frá ALS, meðan tey leita eftir arbeiði í Føroyum.

Landsstýrið fer at tosa við ALS um at broyta lógina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542