Ukraina: Forsetin skal taka støðu til samkynt hjúnalag

Ukraina: Forsetin skal taka støðu til samkynt hjúnalag
Eitt borgarauppskot um at loyva samkyndum hjúnarlagi hevur fingið so nógvar undirskriftir, at tað kann berast forsetanum.
 
12.07.2022 - 17:38

Samkynt hjúnalag í Ukraina verður kanska loyvt skjótt.

Eitt borgarauppskot hevur fingið nóg mikið av undirskriftum til, at tað kann berast forsetanum til støðutakan.

Meira enn 27.000 fólk hava undirskrivað uppskotið, sum Volodymyr Zelenskij nú skal taka støðu til, skrivar BBC.

Homoseksualitetur er ikki bannaður í Ukraina, men samkynt hjúnalag er ikki viðurkent í landinum.

Til dømis kunnu samkynd fólk í Ukraina ikki jarða makan hjá sær, tí lógin ikki heimilar tí.

Ein LGBT-rørsla í Ukraina nevnir áheitanina við undirskriftunum fyri "eitt týðandi stig."

Enn er óvist, um forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskij, fer at gera tað lógligt hjá samkyndum í landinum at giftast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011