Pál Joensen nummar tvey í innleiðandi HM-kapping

Pál Joensen nummar tvey í innleiðandi HM-kapping
Fyri lítlari løtu síðan eydnaðist Páli Joensen at gerast næstfremstur í innleiðandi kapping í Barselona
Pál Joensen gjørdist fyri løtu síðan nummar tvey í innleiðandi umfarinum á 800 metrum í HM-kappingini í svimjing í Barselona.
 
30.07.2013 - 10:19

Tað er í HM-kappingini í svimjing, sum fer fram í Barselona í Spania í hesum døgum, at Pál Joensen fyri løtu síðan gjørdist nummar tvey í innleiðandi kappingini á 800 metrum.

 

Pál Joensen svam við tíðini 7 min., 50,81 sek., og hevði sættu bestu tíðina. Átta svimjarar vera í finaluni:

 

Tveir úr USA, ein úr Kina, ein úr Kanada, ein úr Tunesia, ein úr Itali, ein úr Avstralia, og so er tað ein úr Føroyum, nevniliga Pál Joensen.

 

34 svimjarar vóru við í kappingini, og finalan verður svomin í morgin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329