Serlæknafelagið mótmælir útsøgn hjá Kristini Michelsen

Serlæknafelagið mótmælir útsøgn hjá Kristini Michelsen
Felagið mótmælir, at ein fólkavaldur løgtingsmaður og borgarstjóri á Tvøroyri alment leggur eftir einum av teirra limum.
Jan Rasmussen er yvirlækni og formaður í Serlæknafelag Føroya, sum finnast at útsøgnunum hjá Kristini Michelsen, løgtingsmanni.
 
13.07.2022 - 12:16

Ein útsøgn hjá Kristini Michelsen, løgtingsmanni, í Degi og Viku mánakvøldið er fallið Serlæknafelag Føroya fyri bróstið.

Felagið mótmælir, at ein fólkavaldur løgtingsmaður og borgarstjóri á Tvøroyri alment leggur eftir einum av teirra limum og rør uppundir, at yvirlæknin ikki tekur ábyrgd og ger sítt arbeiði til lítar.

Dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrihúsi á breddanum

Mánadagin var Kristin Michelsen í sjónvarpsstovuni í Degi og Viku í samband við málið um dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahús.

Tað er ikki møguligt hjá dialysusjúklingum at fáa viðgerð í oynni, og tí mugu dialysusjúklingar til Havnar at fáa viðgerð. Hetta er mangan trupult, tá sjúklingunum mangan tørva viðgerð fleiri ferðir um vikuna. Millum annað hevur tað elvt til, at 73 ára gamli Niels Pauli Midjord ikki er sloppin heimaftur til Suðuroyar. 

Í Degi og viku segði Kristin Michelsen millum annað, at viðkomandi lækni á økinum ikki tók ábyrgdina av at fáa viðgerðina til Suðuroyar. Samstundis heitti Kristin Michelsen á landsstýrismannin í heilsumálum um at taka ábyrgd við annaðhvørt at áleggja læknanum ábyrgd ella finna eina aðra loysn. 

Innslagið frá mánakvøldinum kann síggjast niðanfyri. Samrøðan við Kristin Michelsen byrjar á einum minutti og 30 sekundum. 

20220711_EINGIN_VIL_KENNAST_VID_HANNsdfsdgrgrgreg

 

Serlæknafelag Føroya mótmæla útsøgnunum

Í lesarabrævi finnist Serlæknafelag Føroya at útsøgnunum hjá Kristini Michelsen. 

Tá sagt verður, at tað skal vera ábyrgdin hjá nýralæknanum á Landssjúkrahúsinum at skipa eitt tilboð um dialysu á Suðuroyar Sjúkrahúsi, so er hetta púra burturvið, skrivar Serlæknafelag Føroya.

Eitt tílíkt framkomið tilboð er ikki bara nakað, ið kann skipast í eini handavend.

At tað nú verður settur ein bólkur at lýsa tørvin og koma við einum boði uppá, hvussu eitt tílíkt tilboð um dialysu á Suðuroyar Sjúkrahúsi møguliga kundi verið snikkað saman, er einasti vegur fram.

So má politiska skipanin eisini taka ábyrgd, um tað vísir seg, at fíggjarligi tørvurin er nógv størri, enn tann eina milliónin, ið er játtað á fíggjarlógini, skrivar felagið.

Útsøgnin frá Serlæknafelag Føroya undirskrivað av Jan Rasmussen, yvirlækna og formanni í felagnum.

Krevur eina loysn

Kristin Michelsen vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið um málið, men sigur í eini viðmerking, at hann ikki hevur lagt eftir nøkrum lækna.

Men, sigur hann, at tá læknin ikki kann, so má tað bera til at brúka konsulentar, sum vera brúktir á so nógvum øðrum økjum, at taka sær av hesi uppgávuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi. 

Sum borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu er Kristin Michelsen eisini formaður fyri Suðuroyar Bú- og heimatænastu. Og sum formaður sigur Krstin Michelsen seg hava rætt til at krevja eina loysn á málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610