Undantaksstøða í Sri Lanka

Undantaksstøða í Sri Lanka
Landið er lýst í undantøksstøðu, eftir at ófriður og mótmæli hava elvt til, at forsetin rýmdi úr landinum.
Mótmælisfólk uttan fyri skrivstovuna hjá forsætisráðharranum, har mótmælisfólkini hava gjørt innrás.
Mynd: Adnan Abidi/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.07.2022 - 17:58

Ófriðurin og mótmælini halda fram í Sri Lanka, og í dag verður landið lýst í undantaksstøðu.

Undantaksstøðan er galdandi fyri alt landið, og hon varð lýst bert fáar tímar eftir, at forsetin Gotabaya Rajapaksa í nátt flýddi úr landinum til Maldivurnar.

Sambært BBC mótmæla íbúgvar í Sri Lanka vánaligu fíggjarstøðuna í landinum. Millum eru hava tað verið øgiligar príshækkingar í landinum, og inflatiónin er voksin meira enn 50 %. Fleiri staðni er streymurin í landinum sløknaður, og so vantar so nógvur heilivágur, at vandi er fyri, at heilsuverkið hoknar undan.

- Nú forsetin ikki er í landinum, er neyðstøða lýst í Sri Lanka fyri at fáa tamarhald á kreppuni her, sigur Dinouk Colombage, talsmaður hjá forsætisráðharranum.

Í dag - sami dagur, sum undantaksstøðan var lýst, gjørdu mótmælisfólk innrás á skrivstovuna hjá Ranil Wickremesinghes, forsætisráðharra, í høvuðsstaðnum Colombo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715