Fingið svar?

Mynd: © Savnsmynd
Fingið svar?
Á hvørjum ári eru tað nógvir føroyingar, ið leita sær til Danmarkar at fara undir hægri lesna, og í dag er spennandi dagurin, har tey fáa endaliga svarið, um tey eru komin inn ella ikki.
30.07.2013 - 13:00

 

Í ár eru tað met nógvir umsøkjarar og av tí sama eru krøvini fyri at sleppa inn á hægri lesna hækkað. Tað sæst tíðiligt hvørjar leiðir tey ungu lesandi hava valt sær, og tí er miðaltalið fyri at sleppa inn hækkað á nógvum av teimum væl umtóktu støðunum. Hetta skrivar BT í morgun. 

 

Á universitetinum í Alborg vóru einans tríggir umsøkjarar til VVS innleggjara og somuleiðis við skipsførarar í Svendborg. Meðan m.a. læknavísindi er so væl umtókt í ár, at tað krevst 11,1 í miðal fyri at sleppa inn á universitetið í Keypmannahavn.

 

Tekstur: Rannvá Egholm

rannva@roddin.fo

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.