G!: Blátt Gras spældi ársins fyrstu konsert

G!: Blátt Gras spældi ársins fyrstu konsert
Føroyski bluegrass bólkurin Blátt Gras fekk heiðurin at spæla fyrstu konsertina á ársins G! festivali, sum er tann fyrsti festivalurin í tvey ár
Blátt Gras splædi fyrstu G!-konsertina í ár á Spæliplassinum. Sólin hugdi fram, og fitt av fólki var komið at lurta
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.07.2022 - 17:18

Sólin skein, tá tónleikurin aftur rungaði í í Syðrugøtu eftir ein tvey ára koronasteðg.

Tað var bluegrass bólkurin Blátt Gras, ið spældi fyrstu konsertina á Spæliplássinum, og Blátt Gras legði heilt rætta huglagið við sínum jaligu og væl svingandi tónum. 

Blátt Gras borðreiddi við øllum teimum kendastu sangunum, men onkrir nýggir sangir vóru eisini á skránni í góðveðrinum á Spæliplássinum. 

Rættiliga fitt av fólki var komið saman í góða veðrinum at lurta eftir Bláum grasi. 

Blátt Grass hevur nú sett hol á G!-tónleikaskránna, og í kvøld eru Tessa, Marius og mong onnur á skránni. 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286