Tóm orð skulu ikki brúkast í marknaðarføring

Tóm orð skulu ikki brúkast í marknaðarføring
Hetta sigur Brúkaraumboðið í nýggjari vegleiðing
Rannvá Ragnarsdóttir, Brúkaraumboð
 
15.07.2022 - 10:04

Tóm orð skulu ikki brúkast í marknaðarføring, sigur Brúkaraumboðið í nýggjari vegleiðing til vinnurekandi um tóm orð.

Og tóm orð eru til dømis burðardygd, umhvørvisvinarligur og etikkur.

Vørur ella tænastur kunnu ikki bara lýsast at vera burðardyggar ella umhvørvisvinarligar, uttan at nærri verður greitt frá, á hvønn hátt hesi orðini skulu skiljast.

Ein meginregla í lógini um marknaðarføring er, at brúkarin ikki má verða villleiddur, sigur Brúkaraumboðið.

Hetta merkir til dømis, at um ein vøra partvíst er gjørd úr endurnýtslutilfari, so eigur greitt at verða sagt, at ikki øll vøran er gjørd úr slíkum tilfari.

Tá positiv orð sum burðardygd og umhvørvisvernd verða brúkt, skal tað kunnu skjalprógvast, at upplýsingin er sonn. 

Sum dømi um almenn og ógreið uppáhald nevnir Brúkaraumboðið setningin ”Vit geva tær ein grønan fyrimun”. 

Verður slíkt uppáhald brúkt í markaðarføringini, eigur frágreiðing at vera um, hvussu hetta skal skiljast, ella skal vísast til heimasíðu ella annað tilfar, sum skjalprógvar, at tað er satt og ikki villleiðandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846