Samráðingarleiðari: SAS-verkfallið byrjar at blíva óforsvarligt

Samráðingarleiðari: SAS-verkfallið byrjar at blíva óforsvarligt
Marianne Hernæs, samráðingarleiðari, sigur, at tað nú stendur til SAS, hvat víðari skal henda, um partarnir longu í dag ikki kunnu semjast um ein nýggjan sáttmála.
Samráðingarleiðari í SAS verfallinum, Marianne Hernæs
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
18.07.2022 - 12:04

Samráðingarleiðarin í ósemjuni millum SAS og flogskipararnar vil fegin, at ein nýggjur sáttmáli kemur undir land í dag.

Tað segði hon stutt undan dagsins samráðingum í Stockholm í dag.

- Vit eru komin har til, at tað byrjar at verða óforsvarligt, tí SAS missir so nógvan pening, sigur Marianne Hernæs. samráðingarleiðari.

SAS

Marianne Hernæs, samráðingarleiðari, sigur, at tað nú stendur til SAS, hvat víðari skal henda, um partarnir longu í dag ikki kunnu semjast um ein nýggjan sáttmála.

Seint í gjárkvøldið skiltust sáttmálapartarnir eftir at hava sitið við samráðingarborðið í 33 tímar í Stockholm.

Í dag eru 14 dagar síðani, at flogskipararnir fóru í verkfall og løgdu arbeiðið niður tann 4. juli.

Mett verður, at verkfallið higartil hevur kostað skandinaviska flogfelagnum umleið eina milliard krónur.

Verkfallið hjá flogskiparunum rakar útivið 30.000 ferðafólk hvønn dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558