Landsstýrissamgongan í tungum sjógvi

Landsstýrissamgongan í tungum sjógvi
Tað fer at standa nógv á landsstýrissamgonguni í næsta mánað
Samgongusjógvarnir eru longu so smátt farnir at bróta, og í næsta mánað eru nógv stórmál á skránni.
 
31.07.2013 - 09:41

Helvtin av tingmanningini hjá Sambandsflokkinum tekur ikki undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum hjá Fólkaflokkinum um fiskidagarnar næsta fiskiár.

Og í dag koma væntandi trý lógaruppskot um tunnil millum Eysturoynna og Streymoynna í løgtingið. Uppskotið hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, um privata loysn hugtekur ikki øll í samgonguni líka nógv.

 

Sáttmálin, sum Innlendismálaráðið hevur gjørt við Copenhagen Infrastructure Partners, skal undirskrivast 31.august, so tað er alt um at gera hjá landsstýrismanninum at fáa tunnilsmálið avgreitt í tinginum í august.

 

Fríggjadagin fer løgtingið at viðgera fiskidagarnar.

 

Í dag og í morgin fer løgtingið at viðgera frágreiðingina, sum løgmaður gav tinginum ólavsøkudag. Tingfundurin í dag byrjar klokkan 10.00.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558