Heðin nevndarformaður í Føroya Arenu

Heðin nevndarformaður í Føroya Arenu
Nevndin fer nú til verka, og bygginevnd verður sett
Nevndin í Føroya Arenu hevur skipað seg við Heðini Mortensen sum formanni.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
25.07.2022 - 14:53

Nevndin í Føroya Arenu hevur skipað seg við Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, sum formanni, og Guðrið Højgaard, stjóra í Visit Faroe Islands, sum næstforkvinnu.

Limirnir í nevndini eru Heðin Mortensen og Annika Olsen, sum umboða Tórshavnar býráð, Bergur Poulsen fyri Vinnuhúsið, Elin Heðinsdóttir Joensen fyri ÍSF og Guðrið Højgaard, sum umboðar Visit Faroe Islands.

Á fyrsta fundinum, har nevndin skipaði seg, legði Jógvan Emil Nielsen fram ætlanina um stórhøllina. Viðtøkurnar fyri grunnin vóru samtyktar, og felagið er eisini skrásett.

Nevndin fer nú til verka, og bygginevnd verður sett, sigur Tórshavnar kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961