Ruth gevur røðu rís og rós

31.07.2022 - 17:54
InnlendisPolitikkur
Ruth gevur røðu rís og rós
Ruth tekur undir við summum í ólavsøkurøðu løgmans, men undrast á annað og stúrir fyri onkrum av tí, hann bar fram ólavsøkudag.

Forkvinnan í Framsókn, Ruth Vang, rósar pørtum av ólavsøkurøðuni hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, og millum annað fegnast hon um, at barsilsgjaldið skal hækka og at ein langtíðarætlan skal leggjast fyri bústovnar kring landið.

Eisini hóvar henni væl, at løgmaður leggur seg á somu leið sum Framsókn, tá ið talan er um gongd í haga, sum eftir hennara tykki er eitt átrokandi mál, ið má loysast.

Men Ruth Vang er samstundis troytt av enn einaferð at skula hoyra um viðgerðartrygdina, og hon stúrir fyri, hvat Bárður á Steig Nielsen meinar við, tá ið hann tosar um, at Føroyar skulu seta sær trygdarpolitisk mál.

Tingfundur verður týsdagin, og tá fer Løgtingið at umrøða ólavsøkurøðuna hjá løgmanni.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444