ES-ósemjan: Sjúrður Skaale hótti stjórnina

ES-ósemjan: Sjúrður Skaale hótti stjórnina
Danska stjórnin stúrdi fyri meiriluta sínum í fólkatinginum, tí Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður hjá Javnaðarflokkinum, gjørdi stjórnini greitt, at hon misti hansara stuðul, um Danmark atkvøddi fyri handilsforðingunum hjá ES móti Føroyum
Sjúrður Skaale hótti donsku stjórnina við at taka sín stuðul aftur, um danir atkvøddu fyri ES-handilsforðingunum. Her er Sjúrður Skaale saman við Mette Gjerskov.
 
01.08.2013 - 10:45

Danmark atkvøddi ímóti, tá ES-nevndin fyri fiskivinnu og aling í gjár tók undir við handilsforðingum móti Føroyum.

Almenna frágreiðingin hjá stjórnini er, at hon tekur stórt fyrilit fyri ríkisfelagsskapinum, og tí atkvøddi Danmark nei.

Men Mette Gjerskov, matvørumálaráðharri, váttar fyri Danmarks Radio, at hóttanin frá Sjúrði Skaale fór ikki aftur við borðinum.      

- Eingin tvístøða var millum okkum og Sjúrð Skaale. Vit tosaðu saman, men hetta gjørdist ongantíð nakað stríðsmál. Vit gjørdu, sum Sjúrður Skaale mælti okkum til at gera, segði Mette Gjerskov við DR í gjár.

Sum limur í ES noyðist Danmark at vera við í boykottinum móti Føroyum. Tað noyðast hini bæði Norðurlondini í ES, Svøríki og Finnland, eisini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655