Prísvøksturin: Keypa aðrar og bíligari vørur

Prísvøksturin: Keypa aðrar og bíligari vørur
Fólk leggja størri dent á at keypa tilboðsvørur, men annars er keypsmynstrið ikki broytt, heldur samskiparin í SMS
Fólk eru farin at keypa bíligari matvørur, og fleiri keypa tilboðsvørur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.08.2022 - 12:49

Brúkaraprísirnir eru hækkaðir nógv, og tað merkja handlarnir eisini. 

Fólk eru farin at keypa bíligari matvørur, og tey velja vørur, sum t.d. góðgæti, frá. Og fleiri eru farin at keypa tilboðsvørur.

Allar vørur eru dýrkaðar, sigur Dánial Jespersen, samskipari í SMS. 

Ávísir príshækkingar merkir brúkarin betur enn aðrar, sigur hann:

 

1541408

 

Dánial Jespersen er samskipari í SMS.

 

Hóast allar vørur eru dýrkaðar, so eru tað ávísar vørur, ið fólk ikki kunnu vera fyriuttan.

Í so máta er keypsmynstrið ikki broytt. Í SMS síggja tey tó ymsar aðrar broytingar í tí, sum fólk keypa, og tí, sum tey ikki keypa longur:

 

1541407

 

Tann 15. juli almannakunngjørdi Hagstovan brúkaraprístalið fyri 2. ársfjórðing. 

Har var staðfest, at brúkaraprísirnir eru hækkaðir 7,3% samanborið við sama ársfjórðing í fjør.

Talan er um størstu árligu broytingina í brúkaraprístalinum seinastu 14 árini.

Bárður á Steig, løgmaður, lovaði í ólavsøkurøðuni, at húski, ið eru ringast fyri fíggjarliga, skulu fáa fíggjarliga hjálp:

 

1541420


 Uppskotið verður lagt fyri tingið fyrst í september, og og lógin verður sett í gildi beint eftir, at hon er er samtykt.

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928