Úrslitið hjá byggifyritøkum versnaði í fjør

Úrslitið hjá byggifyritøkum versnaði í fjør
Eftirspurningurin er minkaður síðani koronukreppuna, og rávøruprísirnir og lønirnar eru hækkaðar, siga tvær av stóru byggifyritøkunum
Gongd er í byggivinnuni, men tvær av stóru byggifyritøkunum høvdu afturgongd í fjør. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen))
 
02.08.2022 - 09:16

Hóast gongd er í byggivinnuni, eru úrslitini hjá byggifyritøkum merkt av afturgongd. 

Fyritøkurnar, J&K Petersen og Articon, hava báðar verri úrslit í 2021, enn árið fyri. 

Úrslitið hjá J&K Petersen í 2021 var 32 mió kr. í halli, samanborið við 4 mió. kr. í vinningi 2020. 

Hjá Articon vóru 16 mió. kr. í avlopi. Tað eru umleið 4 mió. kr. minni enn árið fyri.  

Hóast tað ofta hoyrist, at byggivirksemið í Føroyum veksur støðugt, vísir Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, aftur, at virksemið í byggivinnuni bara hevur verið vaksandi seinnu árini:

 

1541487

 

Jón Sigurdsson er stjóri í Articon.

 

Samstundis sum eftirspurningurin er minkaður síðani koronukreppuna, hava hækkaðu prísirnir á tilfari, rávørum og lønum havt neiliga ávirkan á virksemið í byggivinnuni. 

Jón Sigurdsson er kortini bjartskygdari nú um eftirspurningin eftir tænastum í byggivinnuni:

 

1541496

 

Stein Olvur Petersen er stjóri í J&K Petersen.

 

Stjórin í J&K Petersen, Stein Olvur Petersen, sigur í viðmerking til Kringvarpið, at viðurskiftini úti heimi hava ávirkan á byggivinnuna heima í Føroyum, serliga avleiðingarnar av koronukreppuni. ---

- Prísirnir á stáli, olju og øðrum rávørum eru dyrkaðir, og sostatt eru útreiðslurnar vaksandi sum heild, sigur Stein Olvur Petersen. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852