Verkfallið hjá SAS sæst aftur í ferðafólkatølunum

Verkfallið hjá SAS sæst aftur í ferðafólkatølunum
3,3 prosent færri ferðafólk komu og fóru um flogvøllin í juli
Verkfallið hjá SAS vardi í 14 dagar, og tað ávirkaði eisini flúgvingina til Føroya.
 
03.08.2022 - 10:11

Verkfallið hjá SAS sæst aftur í ferðafólkatølunum hjá Vága floghavn.

Færri ferðafólk vóru í juli í ár enn í juli í 2019, sum er árið, samanberast kann við.

Ferðafólkini vóru 61.676 í juli í ár og 63.788 í juli 2019, munurin er 3,3 prosent.

Orsøkin er verkfallið hjá SAS, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn.

Verkfallið var frá 4. til 19.juli.

Til 1.august er ferðafólkatalið komið upp í 94,8 prosent av tí, tað var í 2019.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115