Krevja annað avloysaraskip enn Herjólf III

Krevja annað avloysaraskip enn Herjólf III
Áhugabólkur, sum savnar undirskriftir, sigur, at Smyril skal ikki fara í dokk, fyrr enn hóskandi avloysaraskip er funnið
Herjólfur III fer at avloysa Smyril seinni í mánaðinum.
 
07.08.2022 - 09:18

Ein áhugabólkur, sum hevur til endamáls at betra Suðuroyarleiðina, er farin at savna undirskriftir talgilt móti ætlanini at lata Herjólf III avloysa Smyril, meðan hann er dokk, skrivar Suðurrás.

Áhugabólkurin krevur, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum gevur Strandferðsluni boð um, at Smyril skal ikki fara í dokk, fyrr Strandferðslan hevur útvegað eitt hóskandi avloysaraskip, sum er á stødd við Smyril. 

Skipið skal taka líka nógv ferðafólk og farm sum Smyril, og avloysaraskipið skal eisini sigla líka skjótt sum Smyril.

 

Smyril eigur ikki at fara í dokk, fyrr enn hóskandi avloysaraskip er funnið, sigur áhugabólkurin, sum savnar undirskriftir.

 

Suðuroyartunnil í 2030

Áhugabólkurin krevur eisini, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum tekur stig til at stovna alment partafelag í hesum árinum, sum skal fyrireika Suðuroyartunnil, útvega fígging og at seta neyðuga játtan av á fíggjarlógini fyri 2023, soleiðis at koyrandi verður í tunlinum í 2030.

Áhugabólkurin sigur, at tænastustigið á Suðuroyarleiðini, nú Herjólfur III skal avloysa Smyril, hevur ikki verið so vánaligt sum í tíðini undan, at Mols-ferjurnar vóru keyptar í 1975 og 1980. 

 

Tríggjar túrar um dagin

Smyril siglir fríggjakvøldið 19. august seinasta túrin av Havnini og suður á Krambatanga, og morgunin eftir, leygardagin 20. august, byrjar Herjólfur III sína sigling við túri av Krambatanga til Havnar.

Meðan Herjólfur III røkir siglingina, til fyrst í oktober, siglir hann hvønn dag tríggjar ferðir aftur og fram millum Suðuroynna og Havnina.

Hann loysir á Tvøroyri hvønn morgun klokkan 6, seinnapart klokkan 14 og um kvøldið klokkan 22. Av Havnini verður siglt klokkan 10 fyrrapart, klokkan 18 um kvøldið og klokkan 2 um náttina. 

Hesa tíðina verða avmarkingar í farmaflutninginum á Suðuroyarleiðini, og næstu dagarnar fer Strandferðslan at kunna um, hvussu farmaflutningurin verður skipaður, og hvussu farmabílegging verður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444