Søren Espersen kallar í samráð um sildina

Søren Espersen kallar í samráð um sildina
Mette Gjerskov, matvørumálaráðharri, og Morten Bødskov, løgmálaráðharri, eru nú kallað til samráð um sildatrætuna millum Føroyar og ES
Søren Espersen kallar nú tveir ráðharrar í samráð um stríðið millum ES og Føroyar.
 
02.08.2013 - 12:52

Tað er Søren Espersen, framsøgumaður í Føroyamálum hjá Dansk Folkeparti, sum hevur biðið um samráðið.

Hann vil vita, um tað er brot á heimastýrislógina, um danir steingja sínar havnir fyri føroyingum. Hann vísir á, at heimastýrislógin sigur, at munur skal ikki gerast á dønum og føroyingum í ríkisfelagsskapinum.

Søren Espersen fer eisini at seta spurningar um ES-bannið, og hvat danska stjórnin fer at gera í málinum næstu vikurnar.

Enn er ikki greitt, nær samráðið verður.

Dansk Folkeparti hevur alla tíðina verið sera ivasamt mótvegis ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483