U18: Føroyar vunnu móti Íslandi

13.08.2022 - 18:42
InnlendisSamfelag
U18: Føroyar vunnu móti Íslandi
Føroyska U18-landsliðið í manshondbólti endaði nummar níggju í EM-endaspælinum í Montenegro. Teir settu punktum við 29-27 sigri móti Íslandi.

Eftir ein truplan fyrra hálvleik móti Íslandi fingu føroysku venjararnir justerað somikið á føroyska liðnum, at Føroyar at kalla allan seinna hálvleik høvdu tamarhald á støðuni í seinasta dystinum í EM-endaspælinum í Montenegro.

Føroyar vunnu dystin 29-27, eftir at Ísland var á odda 15-13 í hálvleikinum.

Toppskjútti á føroyska liðnum í dag var Óli Mittún við 11 málum. Rókur Ziskason skeyt 7 mál fyri Føroyar ídag. Óli Mittún hevur verið eyðsýndur í hesum EM-endaspælinum, har hann hevur skotið tilsamans 80 mál og er toppskorari í allari kappingini.

 

-Dysturin í dag var eitt framúr avrik í eini EM-endakapping, sum vit kunnu vera stolt av, sigur Djóni Gaard Joensen, annar av landsliðsvenjarunum hjá Føroyum.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Djóna Gaard Joensen.

 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418