- Tíðindi, mentan og ítróttur
Putin er vertur fyri teimum Olympisku leikunum 2014
Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo
Í juni í ár setti Russland og Vladimir Putin knappligt forboð ímótir øllum samkyndum og LGBT-virksemi. Lógin ger tað ólógligt at útala seg um rættindini hjá teimum samkyndu, at gera mótmælisgongur ella at geva ómyndigum upplýsingar um LGBT. Um mann ikki fylgir hesum reglum, so kann mann fáa upp til 2 vikur í varðhaldi ella eina bót upp á 130.000 krónur. Hendan revsingin er ikki bara galdandi fyri russar, men ferðafólk kunnu eisini verða blakað úr landinum, um tey gera brót á lógina.
Hendan støðan er skelkandi fyri heimin, og russar, ferðafólk og ikki minni ítróttarfólk, ið fyrireika seg til vetrarleikirnar, óttast brádligu broytingina. Tá ið lógin varð tikin í gildi, lovaði Putin, at lógin ikki skuldi ávirka ítróttarfólkini, ið koma til OL í vetur, men tann vissan er ikki so viss longur. Støðan í Russlandi hevur við sær, at nógvur hatur verður vendur ímótir hesum bólkunum av fólki, og tey nýta politisku avgerðina sum umbering fyri at gera seg inn á LGBT.
Nógv lond hugsa um at boykotta Olympisku leikirnar 2014, um støðan verður verandi óbroytt. Men tað er tó ikki rætti vegurin fram, tí so fara LGBT-bólkarnir bara at verða uppaftur meira revsaðir og fara at fáa skyldina fyri, at vetrarleikirnir verða avlýstir. Í staðin royna evropeisku londini at skumpa undir Russland og vísa teirra ónøgd. Longu nú hava 282.000 fólk skrivað undir eitt bræv til Vladimir Putin, har tey krevja somu rættindi til samkynd sum til hinkynd.
Um tú vilt stuðla og skriva undir, trýst so her!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |