Eldurin var ikki ásettur

Eldurin var ikki ásettur
Serfrøðingar hava verið í Føroyum og kannað eldsbrunan í vinnubygninginum við Ljósá, og bíðað verður nú eftir endaligu frágreiðingini
Eldurin í vinnubygninginum við Ljósá var ikki ásettur, men enn er ógreitt, hví eldur kom í.
Mynd: Portalurin, Sverri Egholm.  
 
18.08.2022 - 11:43

Enn er ógreitt, hví eldur kom í ein vinnubygning hjá KJ Sandblásing við Ljósá 9. august, men einki bendir á, at eldurin var ásettur.

Tað sigur Heri Andreasen, leiðari á kriminaldeildini hjá politinum, eftir at serfrøðingar frá brunateknisku deildini hjá politinum í Danmark hava verið í Føroyum og kannað stóra eldin. 

Staðfest er, hvar eldurin kyknaði, men eldurin hevur verið so ógvusligur, at øll spor, sum kunnu benda á orsøk, eru oyðiløgd.

 

Bíða eftir endaligu frágreiðingini

Serfrøðingarnir eru farnir aftur til Danmarkar, og politiið í Føroyum bíðar nú eftir endaligu frágreiðingini hjá teimum. Avhoyringar í málinum halda tó fram, sigur Heri Andresen. 

Helvtin av bygninginum fór í eldinum, og klædningurin á grannahúsunum, sum KJ eisini eigur, hevur fingið skaða.

Somuleiðis fekk ein bilur, ið stóð nærindis, skaða av nógva hitanum frá eldinum.

Eitt fólk var í bygninginum, tá eldur kom í, men tað slapp út í øllum góðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. mars
Morgunlestur hósdagur 5. mars 2026
204719
Mikudag 4. mars
Femininomen, FMA og Tomas Espedal
205135
Mikudag 4. mars
Skratsj 4. mars 2026
205123
Mikudag 4. mars
Eitt korter við klassiskum
205122
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. mars
Veðrið
205199
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102