Fyrsti nýbygningur í 45 ár

Fyrsti nýbygningur í 45 ár
Akraberg FD 10 er fyrsti nýbygningur, sum er skrásettur í Fuglafirði síðani 1977. Í gjár var stórfingin móttøka fyri nýggja skipinum
Nógv fólk tók ímóti, tá Akraberg kom til Fuglafjarðar í gjárkvøldið.
Mynd: FaroePhoto.  
 
19.08.2022 - 11:20

Fleiri hundrað fólk vóru komin saman á bryggjuni niðan fyri høvuðssætið hjá Framherja, tá nýggi Akraberg fyrstu ferð kom á Fuglafjørð í gjárkvøldið. Skipið var latið eigarunum av Brattvaag skipasmiðjuni í Ålesund 1. juli, men fór haðani beinleiðis til fiskiskap í Barentshavinum.

Í gjár kom skipið á Fuglafjørð við umleið 860 tonsum av botnfiski, sum í dag verða landað til Bergfrost.

Akraberg er fyrsti nýbygningur hjá reiðarínum Framherja, sum varð stovnað í 1994. Og talan er eisini um fyrsta nýbygning við heimstaði í Fuglafirði síðani 1977.

 

(Mynd: FaroePhoto)

 

87 skip og deksbátar

Sigurð S. Simonsen, fyrrverandi borgarstjóri og vinnulívsmaður, hevur gjørt eitt yvirlit yvir skipini, sum eru komin til Fuglafjarðar, síðani Gamli Sámal Petur Petersen keypti tveymastraðu skonnartina Florence úr Bretlandi í 1892.

Síðani eru umleið 87 skip og deksbátar komin til bygdina, tey flestu tó keypt brúkt. Sambært yvirlitinum hjá Sigurði S. Simonsen eru hesi níggju nýbygdu skip komin til Fuglafjarðar síðani 1937:

 

 

Brandur var ein stórur útróðrarbátur, góðar 17 metrar langur og fýra metrar breiður. Til samanberingar er nýggi Akraberg 84 metrar langur og smáar 17 metrar breiður.

 

Kringvarpið var við til móttøkuna í Fuglafirði í gjárkvøldið, og meira verður at síggja í Degi & Viku i kvøld.

 

 

(Mynd: FaroePhoto)

 

(Mynd: FaroePhoto)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190