Kanningin um H-bygningin ikki liðug

Kanningin um H-bygningin ikki liðug
Landsgrannskoðarin vónar, at kanningin verður liðug í hesum árinum
Kannast skal millum annað, hví játtanin til H-bygningin ikki heldur, og um pengar eru brúktir til annað, enn teir eru játtaðir til.
 
23.08.2022 - 09:15

Kanningin, sum løgtingsgrannskoðararnir í vár bóðu Landsgrannskoðanina gera um H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum, er ikki liðug.

Arbeiðið er ikki rættiliga byrjað, tí nú fer øll orkan til at gera ársfrágreiðingina fyri 2021, sigur Beinta Dam, landsgrannskoðari. Hon skal vera liðug fyri 1.september.

Hon vónar tó at fáa kanningina um H-bygningin lidna í hesum árinum.

Kanningin um Glasir tók tveir mánaðir, men munurin er tann, at Landsgrannskoðanin er grannskoðari hjá Glasi.

Sjúkrahúsverkið hevur privatan grannskoðara.

Kannast skal millum annað, hví játtanin til H-bygningin ikki heldur, og um pengar eru brúktir til annað, enn teir eru játtaðir til.

Og hví niðurstøðurnar í kanningini um Glasir ikki hava ávirkan á H-bygningin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961