Føroysku flokkarnir brynja seg til fólkatingsval

Føroysku flokkarnir brynja seg til fólkatingsval
Nógv bendir á, at fólkatingsval verður í heyst
Fólkatingsvalkvøldið í KvF 2019. Sjúrður Skaale og Edmund Joensen vóru valdir. Sjúrður Skaale stillar uppaftur, men Edmund Joensen stillar ikki uppaftur.
 
24.08.2022 - 09:13

Valfepur er í Danmark, nú nógv bendir á, at fólkatingsval verður í heyst. Og føroysku flokkarnir eru so smátt farnir at brynja seg til fólkatingsvalið. 

Tað er greitt, at Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Framsókn og Miðflokkurin fara at stilla upp til fólkatingsvalið. 

Og tað er eisini greitt, at Sjálvstýri fer ikki at stilla upp til fólkatingsvalið.

Tjóðveldi hevur eykafloksting í dag, har støða skal takast til, um flokkurin skal stilla upp.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum og viðmerkingar frá Liljuni Weihe, journalisti og fyrrverandi tíðindaleiðara í KvF, sum í tveimum førum arbeitt fyri føroyskar fólkatingspolitikarar á Christiansborg:

 

24082022_Folkatingsva_til_net

 

Liljan Weihe, sum í tveimum førum hevur arbeitt fyri føroyskar fólkatingspolitikarar á Christiansborg, var í útvarpsstovuni og gjørdi metingar um fólkatingsvalið, sum væntandi verður í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329