Kríggið vart í hálvt ár - ymisk tøl um mannfall

bannari
Kríggið vart í hálvt ár - ymisk tøl um mannfall
Ukraina sigur, at 45.000 russiskir hermenn eru falnir, men russar siga, at 1.351 hermenn vóru falnir til 25. mars
Ukrainskir hermenn. Í dag hevur kríggið millum Russland og Ukraina vart í hálvt ár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.08.2022 - 09:43

Nú kríggið í Ukraina hevur vart í eitt hálvt ár, eru ymiskar uppgerðir gjørdar.

M.a. verður upplýst, at 9.000 ukrainskir hermenn eru falnir í krígnum. Tað segði ukrainski herovastin, Valerij Zaluzjnyj, í gjár, men tað hevur ikki borið til at kanna upplýsingarnar, skrivar DR.

Myndugleikarnir í Ukraina siga, at 45.500 russiskir hermenn eru falnir hesar seks mánaðirnar, sum kríggið hevur vart. Russland hevur ikki almannakunngjørt tøl síðani 25. mars, og tá var upplýst, at 1.351 russiskir hermenn vóru falnir.

Sambært amerikonsku fregnartænastuni, CIA, eru 15.000 russiskir hermenn falnir.

Tað hevur heldur ikki borið til at kanna tær upplýsingarnar, og heldur ikki, hvussu nógv sivilfólk eru deyð í krígnum.

 

6,6 milliónir ukrainar eru flýddir av landinum, sigur ST. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Nógv flóttafólk

Sambært ST eru 6,6 milliónir ukrainsk flóttafólk í ymsum londum í Europa.

5. juli segði ukrainski forsætisráðharrin, Denis Shmyhal, at tað fer at kosta 5.590 milliardir kr. at byggja Ukraina upp aftur.

Ein uppgerð frá Institute for the World Economy vísir, at higartil hevur Ukraina fingið 624 milliardir kr. í stuðuli úr øðrum londum. Tann upphæddin hækkar í næstum, tí USA arbeiðir við einum hjálparpakka til Ukraina, sum er upp á 22 milliardir kr.

 

Herða ikki álopini

Tosað hevur verið um, at Russland fór at herða álopini í Ukraina í dag, men tað er ikki hent.

Nú sigur russiski verjumálaráðharrin, Sergei Shoigu, sambært tíðindastovuni, Tass, at Russland ikki fer at leypa á, og tað verður gjørt fyri at verja sivilfólk.

Ta avgerðina hava russisku myndugleikarnir tikið, sigur verjumálaráðharrin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911