Tekur drúgva tíð at broyta byggisamtykt

Tekur drúgva tíð at broyta byggisamtykt
Tórshavnar kommuna ætlar m.a. at broyta byggisamtyktina fyri miðbýarkjarnan og fyri Kirkjubø
Ætlanin er at byggja íbúðir í bygningunum hjá Frants Restorff. 
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
25.08.2022 - 08:29

Tað verður ikki enn á sinni, at tey, sum hava mótmælt ætlaðu broytingunum í byggisamtyktini fyri miðbýarkjarnan í Havn, fáa at vita, um mótmælini vera tikin til eftirtektar.

Ikki fyrr enn um ein góðan mánað fer býráðið at viðgera mótmælini og viðmerkingarnar.

Tað verður væntandi á býráðsfundi 29.september, upplýsir Tórshavnar kommuna.

 

Fimm mótmæli og viðmerkingar

Fimm mótmæli og viðmerkingar eru komin um ætlanina hjá Tórshavnar kommunu at broyta byggisamtyktina fyri miðbýarkjarnan í Havn.

Ætlanin er at byggja íbúðir í bygningunum hjá Frants Restorff. 

Ætlanin er eisini at broyta serstøku byggisamtyktini fyri Dr.Jakobsensgøtu og Sverrisgøtu, so bygningarnar, sum skulu gerast til íbúðir, verða tiknir úr henni. 

 

Eisini broytingar í Kirkjubø

Í sambandi við ætlanina at broyta byggisamtyktina fyri Kirkjubø hava tvey gjørt vart við seg.

Uppskotið er at broyta byggisamtyktina, so nakrir matriklar í Kirkjubø, sum nú eru ætlaðir til bóndahús og frílendi, kunnu brúkast til almennar stovnar.

Eisini hesi mótmæli og viðmerkingar vera løgd fyri býráðið 29.september.

Freistin at mótmæla ella at koma við broytingaruppskotum um nýggju serstøku byggisamtykt fyri parkeringshús við Bøkjarabrekku í Havn var til í dag, men hon er longd til 25.september.

 

Tekur langa tíð

Tað tekur langa tíð at broyta eina byggisamtykt. Fyrst skal uppskotið liggja alment frammi í seks vikur.

Síðani skal tað aftur í býráðið ella bygdarráðið.

Vinna mótmæli ikki frama har, fer málið í Býarskipanarnevnd landsins, sum ger tilmæli til landsstýrismannin í kommunumálum, Magnus Rasmussen. 

Hann tekur síðani avgerðina um broytingar í byggisamtyktum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815