Misnýtsla ávirkar alla familjuna

27.08.2022 - 18:01
Innlendis
Misnýtsla ávirkar alla familjuna
Um ein í eini familju hevur rúsdrekka- ella rúsevnistrupulleikar, ávirkar tað alla familjuna – bæði tann, ið rúsar seg, makan og børnini
Alisa Hammer, fyribyrgingarleiðari hjá Bláa Krossi og leiðari fyri “Títt rúm”
Mynd: Mynd: Blái Krossur Føroya  

Blái Krossur hevur í eini tíggju ár havt bólkar fyri øll í aldrinum níggju til 35 ár, sum hava rúsbundin foreldur, og fram til mikudagin 7. september ber til at tekna seg til ein bólk.

Seinasta hálvár vóru tilsamans 45 fólk við í sjey bólkum, men nú nýggir bólkar aftur skulu mannast, verða bólkarnir óivað fleiri í tali.

Alisa Hammer er fyribyrgingarleiðari hjá Bláa Krossi og leiðari fyri “Títt rúm”, og hon sigur stóran tørv vera á slíkum bólkum, sum eru skipaðir við virksemi, ið tekur støði í einstaklinginum og bólkinum sum heild.

Fyrst og fremst verður arbeitt við samrøðu, men eisini við ymiskum kreativum arbeiðshættum, so sum tekningum, uppgávum, yrkingum, spølum, filmum og øðrum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891