Súna Krossteig Hansen: tekur fyrsta stigið út í heim

Súna Krossteig Hansen: tekur fyrsta stigið út í heim
Súna K. Hansen hevur skift Kyndil út við Ajax í Keypmannahavn, har hon skal spæla saman við Lív Poulsen og Rakul Wardum. - Hetta er fyrsta stigið út í heim, sigur bakspælarin
29.08.2022 - 18:38

Fríggjakvøldið spældi Súna Krossteig Hansen sín fyrsta dyst fyri hondbóltsfelagið, Ajax, í Keypmannahavn. 

Hon hevur biðið barndómsfelagnum, Kyndli, farvæl og skal royna um evnini røkka í bestu donsku deildini. Hon staðfestir beinanvegin, at stórur munur er á hondbóltinum í Føroyum og Danmark.

 - Tað er øgiliga stórur munur á leikferðini. Her gongur alt nógv skjótari, sigur Súna Krossteig Hansen.

 - Tú verður revsaður beinanvegin, um tú gert eitt lítið mistak.

Tað skuldi verða nú

Súna Krossteig Hansen hevur verið ein av eyðsýndastu spælarunum í føroysku kappingini í nógv ár og telist millum berandi kreftirnar á føroyska landsliðnum, sum hevur havt stórar avbjóðingar síðstu árini.

Hon hevur leingi droymt um at spæla uttanlands, og nú var tíðin búgvin.

 - Eg hava havt ein góðan dialog við Ajax, og nú helt eg, at tað varð rætt, at tað skuldi verða í ár, sigur bakspælarin, sum hevur landsliðsliðfelagarnar, Lív S. Poulsen og Rakul Wardum afturat sær.

 - Tú hevur tíð til tað sosiala og lesnað, samstundis sum tú spælir á einum professionellum stigi, har venjararnir serliga hugsa um at menna spælarar.

Súna Krossteig Hansen heldur tí, at Ajax Keypmannahavn er rætta felagið, hóast tær hvítu og reyðu neyvan fara at teljast millum oddaliðini í ár.

Pápin fegnast

Familjan hjá Súnu Krossteig Hansen var og hugdi eftir steypadystinum ímóti Odense. 

Pápin, Andreas F. Hansen, sum sjálvur hevur roynt seg sum yrkisleikari, dómari og venjari, fegnast um, at dótturin roynir flogið.

 - Tað er super, at hon roynir tað, tí annars vænti eg, at hon hevði angrað tað seinni, sigur Andreas F. Hansen, sum letur væl at gongdini í føroyskum hondbólti í løtuni.

Súna Krossteig Hansen er bert hin seinasta í eini langari røð av evnaríkum føroyskum spælarum, sum hava leitað sær til útlendsk feløg seinastu árini.

 - Tað er stuttligt at síggja so nógvar spælarar fara uttanlands at spæla á høgum stigi, sigur hann. 

 - Tað er sera positivt fyri føroyskan hondbólt.

Eru saman um dreymin

Teir tríggir landsliðsspælararnir í Ajax hava í roynd og veru sama dreymin. Tær vilja liva av hondbóltinum og røkka so langt, sum til ber.

 - Eg vil spæla við einum stórum felagi í Danmark tey næstu árini, sigur málverjin, Rakul Wardum, sum ikki var við í 30-16 stórtapinum ímóti Odense, sum vann danska meistaraheitið í fjør.

 - Tað var ikki serliga feitt at tapa við 15 málum, staðfestir Súna Krossteig Hansen.

Hvat er dreymurin hjá tær?

 - Eg hevði væl tímað at spælt í Fraklandi ella í einum av topp-fýra liðunum her í Danmark.


Pápi Súnu K. Hansen, Andreas F. Hansen, fylgir spentur við fyrsta dystinum í Ajax
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650