Nú verður dýrari at bróta skilhaldsreglurnar

Nú verður dýrari at bróta skilhaldsreglurnar
Sektin hækkar upp í 1.500 til 3.000 kr.
Ákæruvaldið hevur havt tvey mál í Føroya Rætti við kravi um, at sektin sum heild eigur at verða hækkað, og hesum tók rætturin undir við.
 
30.08.2022 - 16:29

Føroya Rættur hevur í tveimum dómum í dag tikið undir við ákæruvaldinum, um at sektin fyri brot á skilhaldsreglurnar skal hækkast.

Sektirnar fara úr 600-800 krónum upp í 1.500 til 3.000 krónur. 

Skilhaldsreglurnar - ordensbekendtgørelsen - vóru settar í gildi í Føroyum 1. januar 2021. 

Tær komu í staðin fyri gomlu politiviðtøkurnar, og áseta m.a., at tað er revsivert at órógva almenna friðin. Vanligastu brotini á skilhaldsreglurnar eru í náttarlívinum, tá nógv full fólk eru savnað.

Tá nýggju reglurnar komu í gildi, var ikki støða tikin til, hvat sektin skuldi vera. Tí hevur sektin fyri brot á gomlu politiviðtøkurnar hildið fram.

 

Sektin er ikki hækkað í hesi øldini, og hon hevur ongan fyribyrgjandi virknað havt, sigur politiið.

 

Ov lin revsing

Metingin hjá Føroya Politi hevur verið, at revsingin hevur verið ov lin. Sektin er ikki hækkað, tað sum er farið av hesi øldini, og hon hevur tí ongan fyribyrgjandi virknað havt. 

Sostatt hevur tað ikki veriđ ein revsing, sum kann merkjast.

Ákæruvaldið hevur tí havt tvey mál í Føroya Rætti við kravi um, at sektin sum heild eigur at verða hækkað. 

Við hesum leggur ákæruvaldið upp til, at sektin verður hækkað upp í 1.500 til 3.000 krónur, og hesum tók Føroya Rættur undir við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576