13 vilja vera vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvík

13 vilja vera vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvík
Starvið verður sett 1. november, ella eftir nærri avtalu
Vinnu- og mentanarstjórin myndar leiðsluna í kommununi saman við borgarstjóranum, kommunustjóranum, trivnaðarstjóranum og tekniska stjóranum.
 
31.08.2022 - 10:08

13 fólk hava søkt starvið sum vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvíkar kommunu. 

11 umsóknir eru frá monnum og tvær frá kvinnum. 

Vinnu- og mentanarstjórin myndar leiðsluna í kommununi saman við borgarstjóranum, kommunustjóranum, trivnaðarstjóranum og tekniska stjóranum.

 

Áramálssett og viðbót

Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelagnum, tó uttan at vera tænastumannastarv. Harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. 

Av tí at starvið er áramálasett, verður ein áramálsviðbót latin.

Starvið verður sett 1. november, ella eftir nærri avtalu. 

Eirikur í Jákupsstovu hevur verið Vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvík síðani 1. januar 2019. Hann fer nú í annað starv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688