- Tíðindi, mentan og ítróttur
G! festivalurin umrøddur í donskum og týskum miðlum
G! festivalurin hevur seinastu árini gjørt nógv burturúr at bjóða altjóða miðlum við, tá tríggjar dagar langa veitslan í Syðrugøtu fer av bakkastokki næstsíðsta vikuskiftið í juli. Í ár hava tað serliga verið danskir og týskir miðlar, sum hava varpað ljós á festivalin.
Umboð frá almennu týsku útvarpsstøðini Deutschlandsfunk vóru við á G! í ár, og 27. juli sendu tey eitt innslag um føroyskan tónleik, ið varð varpað út til eina millión lurtarar. Eisini tjóðarútvarpsstøðin í Bayern, BR, varpaði út til 500.000 lurtarar frá G! festivalinum, og ungdómsrásin BR Puls sendi tveir tímar úr Gøtu.
Úr Danmark vóru umboð frá GAFFA og Politiken við í Gøtu, og báðir miðlarnir, ið eru millum teir mest lisnu í Danmark, lótu sera væl at.
- G! festival er ikke hip eller cutting edge. Man kan godt opleve lidt elektronisk musik fra forreste geled, men musikken er planlagt bredt, fra folkemusik og vokalharmonisk country til Den Sorte Skoles elaborerede turntablism og druknedødsmetal fra lokale Hamferð. Men det særlige ved G! er den tætte atmosfære, der hersker i den lille bygd over tre dage, hvor man hele tiden mærker viljen til at skabe et fællesskab på trods af alle naturens luner, skrivar tónleikararedaktørurin á Politiken, Simon Lund. Lund viðmerkti eisini, at festivalgestirnir í sínum mongu bundnu troyggjum um kvøldið sóu út sum ein Sarah Lund-ráðstevna.
Serliga framførslan hjá Eivør fríggjakvøldið fekk góða umtalu frá Politiken og Gaffa, sum skýrdu hana at vera ímillum hæddarpunktini á festivalinum. Aðrir bólkar og einstaklingar, sum eisini fingu umrøðu vóru Kári Sverrisson og Bendar spónir, Dánjal, Hamferð, Teitur og Benjamin, sum varð nógv róstur í Gaffa, men fekk heldur ivasom ummæli frá Politiken.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |