Noyðast at endurtaka, til onkur lurtar

Noyðast at endurtaka, til onkur lurtar
Búskaparráðið hevur lagt heystfrágreiðingina fram, sum tekur uppaftur, at hall eigur ikki at vera í góðum tíðum
Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, legði heystfrágreiðingina fram fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.09.2022 - 13:35

Førdi fíggjarpolitikkurin eigur at vera haldførur.

Tað er boðskapurin hjá Búskaparráðnum í heystfrágreiðingini, sum varð løgd fram fyrrapartin. 

Búskaparráðið sigur enn einaferð, at í so góðum tíðum sum nú, eigur ikki at vera hall á fíggjarlógini hjá landinum og í fíggjarætlanunum hjá kommununum. 

Nógv í frágreiðingini er endurtøka, men endurtøkan er neyðug, til onkur lurtar eftir ráðgevingini hjá Búskaparráðnum, sigur Fróði Magnussen, formaður.

Hoyr samrøðu, sum Sigmar Bláberg gjørdi við Fróða Magnussen í útvarpstíðindunum:

 

0109200_Frodi_til_net


Limir í Búskaparráðnum lýða á framløguna hjá formanninum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Frá framløguni í Finsen fyrrapartin. (Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435