Kvinnur ráða í Vestmanna

03.09.2022 - 13:41
InnlendisPolitikkur
Kvinnur ráða í Vestmanna
Bjørg á Rógvi er nýggjur borgarstjóri í Vestmanna, har fýra av sjey bygdaráðslimum eru kvinnur, umframt at fíggjarleiðarin og kommunuskrivarin eru tað.
Bjørg á Rógvi er nýggjur borgarstjóri í Vestmanna
Mynd: Vestmanna kommuna  

Vestmanna kom á Føroyakortið sum ein kvinnubygd, tá ið kvinnulistin vann kommunuvalið í 1988 og ein kvinna, Maria Hansen, sat sum borgarstjóri tvær setur.

Hetta var í ringastu krepputíð, at kvinnurnar tóku við leiðsluni í Vestmanna, men hóast tíðirnar nú eru serstakliga góðar, eru tað aftur kvinnurnar, ið hava leiðsluna í Vestmanna.

Nú Pauli Trond Petersen legði frá sær sum borgarstjóri, hevur bygdaráðið skipað seg av nýggjum. Á bygdaráðsfundi hóskvøldið varð Bjørg á Rógvi einmælt vald til borgarstjóra og Sára Jógvansdóttir til varaborgarstjóra.

Fýra av sjey bygdaráðslimum eru kvinnur, umframt at kvinnur manna tungu sessirnir i umsitingini, so sum fíggjarstjóra- og kommunuskrivarasessin. Og kvinnur standa á odda fyri øllum nevndunum í bygdaráðnum uttan einari.

– Tað at kvinnur nú mynda Vestmanna kommunu kemur at merkjast sigur nýggi borgarstjórin, Bjørg á Rógvi, sum longu er farin í gongd í starvinum, hon hevur røkt síðstu tveir mánaðirnar, meðan undanmaðurin hevur verið í farloyvi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244