Alivinnan kann gera meira fyri at avmarka plastdálking

Alivinnan kann gera meira fyri at avmarka plastdálking
Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, heldur ikki, at alivinnan hevur gjørt nokk fyri at avmarka plastdálking við biofiltrum
Tað eru myndir sum hendan, ið hava fingið fólk at rópa varskó. Biofiltur eru alsamt oftari at finna í magunum á nátum
Mynd: Marita Gulklett  
 
05.09.2022 - 13:24

"Vit hava ikki gjørt alt tað, vit kunnu," sigur Atli Gregersen, stjóri í alifyritøkuni Hiddenfjord, í kjalavørinum av nógv umrøddu myndini á netinum, har 27 plast-ringar frá bio-filtrum á smoltstøðunum eru funnin í maganum á einum havhesti. 

Hann væntar tó ikki, at plast-ringarnir eru frá Smoltstøðunum hjá Hiddenfjord.

Atli_Gregersen_1_05092022

 

Um vikuskiftið segði Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, við útvarpið, at teirra fyritøka hevur eftirkannað sínar skipanir, og teir funnu onki hol, har biofiltur møguliga kundu fara á sjógv. 

Eisini stjórin í Mowi, Hans Jákup Mikkelsen, sigur, at tey hava eftirkannað sínar skipanir.

"Allar okkara skipanir eru í lagi, og vit hava ikki havt nakað óhapp," segði Hans Jákup Mikkelsen við Kringvarpið í gjár.

 

Alivinnan má samstarva við Havstovuna

Atli Gregersen sigur, at hann heldur, at eindømi við 27 plast-ringum kann benda á, at talan ikki er um útlát frá sjálvum smoltstøðunum.

Eisini ynskir hann, at alivinnan fær samstarv við Havstovuna fyri at kanna trupulleikan nærri.  

Atli_Gregersen_4_05092022

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Leygardag 7. mars
Morgunlestur leygardagur 7.mars 2026
204721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229