Ferðafólkatalið á flogvøllinum nærkast metinum

Ferðafólkatalið á flogvøllinum nærkast metinum
Um vøksturin í ferðafólkum verður tann sami restina av árinum sum hann hevur verið í august, so fer ferðafólkatalið á flogvøllinum at seta met
Ferð er aftur komin á ferðafólkaflutningin um Vága floghavn, tí ferðafólkatalið nærkast metinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.09.2022 - 15:15

Ferðafólktalið á flogvøllinum í Vágum var 8,1 prosent hægri í august enn í august í 2019.

Og við nøkunlunda sama vøkstri tað, sum eftir er av árinum, verður ferðafólkatalið eins stórt og tað var í 2019, sum er metárið.

Í øllum førum fer talið upp um 400.000, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn.

Í august í ár vóru ferðafólkini 55.905. Tey vóru 51.717 í august 2019.

Til 1.september í ár er ferðafólkatalið 97,1 prosent av tí, tað var til 1.september í 2019.

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392