Gazprom vil hava Siemens at umvæla gassleiðing

Gazprom vil hava Siemens at umvæla gassleiðing
Siemens Energy siga tey seg ikki skilja, at gass ikki kann latast gjøgnum leiðingina, hóast ein litil leki er á eini umskipingarstøð
Einki gass verður latið gjøgnum russisku leiðingina Nord Stream 1 til Evropa í løtuni.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.09.2022 - 08:55

Gasskaðalin, Nord Stream 1, fer ikki at lata meir gass til Evropa, fyrr enn felagið, Siemens Energy, hevur umvælt útgerð, sum er farin.

Tað sigur varastjórin í felagnum, Gazprom, Vitalij Markelov, tá hann verður spurdur, nær evropearar kunnu rokna við at fáa gass úr Ruslandi.

- Tit eiga at spyrja Siemens, er svarið.

Ætlanin var, at gassleiðingin skuldi lata aftur frá 30. august til 2. september, tí neyðugt var við umvælingum. Men leiðingin læt ikki uppaftur, tí hon lekur, eru boðini úr Ruslandi.

 

Siemens skilir einki

Hjá Siemens Energy siga tey seg ikki skilja, at gass ikki kann latast gjøgnum leiðingina, hóast ein litil leki er á eini umskipingarstøð, tí tað skuldi ikki darvað flutinginum til Evropa. Talan er um smávegis brek, sum øll kunnu umvæla, sigur Siemens.

Siemens upplýsir, at tað fyrr hevur verið brek á onkrari umskipingarstøð, og tá hevur verið neyðugt at nýta aðrar turbinur, og tað ber eisini til í hesum førinum, eru boðini frá felagnum, sambært Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. mars
Telefon til Fólkaflokkin og Tjóðveldi
205289
Leygardag 7. mars
Upp á tá - 060326
205288
Leygardag 7. mars
Jambalaja - 070326
205287
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205272
Fríggjadag 6. mars
FMA 2026
205269
Fríggjadag 6. mars
Veðrið
205248
Fríggjadag 6. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205229