Líkið av øðrum manninum funnið

Líkið av øðrum manninum funnið
Menninir, sum kanadiska løgreglan hevur jagstrað fyri at hava dripið minst 10 fólk, eru brøður
Hetta eru menninir, sum kanadiska løgreglan hevur jagstrað fyri at hava dripið fleiri fólk við knívi. Teir eru brøður, og løgregan sigur, at annar maðurin er funnin deyður.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.09.2022 - 09:40

Kanadiska løgreglan sigur seg hava funnið líkið av øðrum manninum, sum hon jagstraði eftir minst 10 knívdráp og minst 18 særd fólk sunnudagin.

Líkið er funnið, og løgreglan sigur, at líkið hevði løstir, sum maðurin sjálvur ikki kann hava gjørt.

Samstundis upplýsir løgreglan, at menninir, sum vóru jagstraðir, eru brøður, 30 og 32 ára gamlir, og at løgreglan framvegis jagstrar hin bróðurin.

Fólk siga seg hava sæð hann á lívi í einum býi, men løgreglan ávarar fólk og sigur, at talan er um upplýsingar, sum eru meir enn eitt samdøgur, og tí mugu fólk ansa eftir.

Maðurin er vápnaður og vandamikil, sigur kanadiska løgreglan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334