Ferðslan í Norðoyatunlinum setti met

Ferðslan í Norðoyatunlinum setti met
Fleiri bilar koyrdu eisini í Eysturoyartunlinum í august
4.483 akfør koyrdu í Norðoyatunlinum í miðal um dagin í august.
 
06.09.2022 - 10:14

Ferðslan í Norðoyatunnilin setti met í august. Tá koyrdu 4.483 akfør í tunlinum í miðal um dagin. Tað eru næstan 600 bilar fleiri enn í juli, tá ið 3.887 koyrdu gjøgnum um dagin.

5.104 bilar koyrdu ígjøgnum Eysturoyartunnulin í august. Tað eru næstan hundrað fleiri enn í juli, tá ið 5.007 bilar í miðal koyrdu ígjøgnum tunnilin um dagin, og 600 fleiri enn í august í fjør, tá ið 4.503 bilar koyrdu gjøgnum tunnilin. 

Tað var bara í mai og juni í ár, at fleiri bilar koyrdu gjøgnum tunnilin. 

Í Vágatunlinum koyrdu 3.333 akfør ígjøgnum tunnilin í miðal um dagin í august. Tað er tað næstmesta higartil. Tað var bara í juli í ár, at talið var størri. Tá koyrdu 11 fleiri bilar ígjøgnum um samdøgrið, t.e. 3.344 akfør.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. apríl
Vikugesturin: Tey útstoyttu standa mær nær
206907
Leygardag 11. apríl
Vikan 11. apríl 2026
206906
Leygardag 11. apríl
Morgunlestur leygardagur 11.apríl 2026
206586
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873