Kærustovnurin: Sóttarhald er lógligt forfall

Kærustovnurin: Sóttarhald er lógligt forfall
Heilsumyndugleikarnir mæltu til sóttarhald, og kærarin fylgdi tilmælinum. Málið er heimvíst til Almannaverkið til nýggja viðgerð
Kærustovnurin avgjørdi at heimvísa málið til nýggja viðgerð hjá Almannaverkinum.
 
07.09.2022 - 08:37

Sóttarhald er lógligt forfall.

Tað sigur Kærustovnurnin, sum hevur sent Almannaverkinum eina avgerð aftur og biðið tað um at broyta hana.

Málið byrjar við, at Almannaverkið sýtti umsókn um dagpening vísandi til, at kærarin leyk ikki treytina um at hava verið í løntum arbeiði í minst 120 tímar tilsamans seinastu 13 vikurnar fyri sjúkrafráveruna.

Tann, sum átti umsóknina, kærdi til Kærustovnin.

Kærarin var ofta í sóttarhaldi í oktober, november og desember 2021, og tí nógv burtur frá arbeiði.

 

Kærarin fylgdi tilmælinum 

Av tí at heilsumyndugleikarnir mæltu til sóttarhald, og kærarin fylgdi tí tilmælinum, metir Kærustovnurin, at sóttarhald er at meta sum lógligt forfall.

Tí eiga seinastu fimm arbeiðsvikur kærarans at brúkast sum grundarlag heldur enn seinastu 13 vikurnar fyri sjúkrafráveruna.

Kærustovnurin avgjørdi at heimvísa málið til nýggja viðgerð hjá Almannaverkinum. 

Sóttarhald verður mett at vera lógligt forfall, tá søkt verður um dagpening.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847