Bjóða røktarheim í Hoyvík út

Bjóða røktarheim í Hoyvík út
Tá undangóðkenningin hevur verið, verða undangóðkendir luttakarar bodnir at koma við tilboði
Ætlanin er at byggja røktarheim við 64 búplássum og 16 røktaríbúðum í Stórubrekku í Hoyvík.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
13.09.2022 - 09:39

Tórshavnar kommuna bjóðar til undangóðkenning til verkætlanarkapping um sniðgeving og heildarráðgeving í sambandi við røktarheimið, sum skal byggjast í Stórubrekku í Hoyvík.

Verkætlanarkappingin skal vísa, hvussu ótroyttu møguleikarnir í økinum við Dalin langa saman við røktarbústøðum, havum og øðrum kunna gerast eitt eyðsýnt nýtt andarhol í býnum, sigur kommunan.

Útboðið verður gjørt sum avmarkað útboð, har upp til fýra undangóðkendir luttakarar verða bodnir at koma við tilboði.

 

Karmurin er 210 mió. kr. 

Uppgávan umfatar heildarráðgeving í sambandi við at gera skipanaruppskot, verkætlanaruppskot, forprosjekt, høvuðsprosjekt, útboð í høvuðsarbeiðstøku, umframt uppfylging og eftirlit í sambandi við útinnan. 

Uppgávan umfatar eisini tilhoyrandi útiøki.

Ætlanin er at byggja røktarheim við 64 búplássum og 16 røktaríbúðum. 

Økið er 50.000 fermetrar. Byggingin er 6.500 fermetar. Fíggjarligi karmurin er 210 mió. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558